Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.
Hjá P/F Poul Michelsen spara tey bæði arbeiðstíð og pening eftir umlegging til talgildar rokningar umvegis mínrokning. Og harumframt verða rokningarnar í dag goldnar fyrr enn áður.
Har er lív í á goymsluni hjá P/F Poul Michelsen. Gerandisvørur av øllum hugsandi slag verða dagliga koyrdar út til hundraðtals kundar – almennar og privatar – um alt landið, og við túsundtals vørum í vøruskránni er nógv at halda skil á.
Ikki so løgið, at tá ið tað almenna fyri umleið einum ári síðani kunngjørdi, at allar inngangandi rokningar skuldu vera talgildar, so vóru tey ikki sein at fara til verka hjá P/F Poul Michelsen.
Almennir stovnar eru ein týdningarmikil kundabólkur fyri okkum. So hóast krøvini frá tí almenna ikki eru lógarkrav enn, so vildu vit vera til reiðar og skipa okkara fakturering soleiðis, at vit kundu varðveita eitt høgt tænastustøði mótvegis almennu stovnunum, sigur Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/F Poul Michelsen.
At leggja um til talgildar rokningar var ikki torført hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan var longu frammanundan væl fyri innan KT. Navision bókhaldsskipanin hjá fyritøkuni var sett upp soleiðis, at tað bar til at senda talgildar rokningar beinleiðis til kundar umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Og broytingarnar hava á allan hátt verið til gagns.
Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.
Talgildar rokningar skulu ikki printast út, og vit sleppa undan at bjálva rokningar og frankera. Vit trýsta bara »send«, og so er tað yvirstaðið. Handfaringin af rokningunum er nógvar ferðir minni við mínrokning, og vit spara bæði tíð og pening við hesari loysn, leggur Petur Amon Dalbø afturat.
Petur Amon Dalbø metir, at okkurt um 20 prosent af øllum rokningum frá P/F Poul Michelsen fara til kundan í talgildum líki. Og talið er vaksandi.
Fyri okkum er talgild rokning ein heilt natúrlig menning. Her hjá P/F Poul Michelsen hava vit leingi roynt at minka munandi um pappírsnýtslu-na. Hetta merkir, at tær rokningar, sum ikki fara umvegis mínrokning, verða sendar við telduposti.
Men henda loysn er ikki sjálvvirkandi, tí har er framvegis handfaring hjá kundanum. Við mínrokning fer rokningin til rætta persónin og beinleiðis inn í bókhaldsskipanina, sigur Petur Amon Dalbø.
Sum fíggjarstjóri er Petur Amon Dalbø serstakliga nøgdur við ein fyrimun, sum mínrokning hevur havt við sær.
Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður. Og fyri ein fíggjarstjóra sum meg er tað tann týdningarmesta broytingin til tað betra, sigur hann at enda.
Talgildar rokningar skulu ikki printast út, og vit sleppa undan at bjálva rokningar og frankera
Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.
Tann 1. Juni 2015 var ein stór príslækking á GS- og LS-gjøldum, sum svarar til 30 % príslækking, til okkara kundar.
Alt fleiri kreditorar hjá tí almenna kunnu fegnast um, at rokningar verða goldnar skjótari enn áður.