Vit vilja vera bíligast


Tann 1. Juni 2015 var ein stór príslækking á GS- og LS-gjøldum, sum svarar til 30 % príslækking, til okkara kundar.

mínrokning hevur verið undir menning seinasta árið, og er hetta gjørt fyri at fáa eina betur, skjótari og bíligari skipan. Ætlanin er, tá ið nýggja gjaldsskipanin verður sett í gildið, fyrst í komandi árinum, at enn ein príslækking verður í mínrokning.

Tann nýggja gjaldsskipanin kemur at avloysa allar núverandi gjaldsloysnir.

Betur, skjótari og bíligari

Onnur tíðindi


Rinda rokning við gjaldskorti

Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.

Hvat sigur kundin um mínrokning.

Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.

Talgild rokning í støðugari vøkstri.

Alt fleiri kreditorar hjá tí almenna kunnu fegnast um, at rokningar verða goldnar skjótari enn áður.