Hagtalsyvirlitið gevur tær eina samlaða mynd av hvussu tín støða er yvirfyri teimum ymsu kreditorunum.
Fyri hvønn einstakan kreditor sær tú hesar samanteljingar:
Tal móttiknar rokningar
Samlað uppkravd upphædd
Hvussu nógv hevur tú goldið
Hvussu nógv manglar tú at gjalda
Tú hevur stýringina. Gjald tínar rokningar, nær tað skal vera. Tú kann enntá fáa framtíðar rokningar goldnar sjálvvirkandi.
Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.
Tann 1. Juni 2015 var ein stór príslækking á GS- og LS-gjøldum, sum svarar til 30 % príslækking, til okkara kundar.
Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.