Talgild rokning í støðugari vøkstri.


Alt fleiri kreditorar hjá tí almenna kunnu fegnast um, at rokningar verða goldnar skjótari enn áður.

Hetta er ein av sjálvsøgdu fyrimununum við talgildum rokningum umvegis mínrokning.

Talgilding er framtíðin í Føroyum

Tað gerst alt meira til fánýtis at skimast eftirpappírsrokningum hjá tí almenna í Føroyum. Rokningar koma enn í túsundatali inn í postsmogurnar hjá stovnum, ráðum og fyritøkum, men tann tíð er so líðandi við at fara í søguna.

Tað almenna hevur nevniliga lagt um til talgildar rokningar og stendur í dag á odda fyri pappírsleysu kollveltingini í Føroyum. Á Føroya Gjaldstovu – sum millum annað rekur Búskaparskipan Landsins og veitir almennum stovnum ymsar roknskapartænastur – hava tey merkt hesa umlegging meira enn nakrastaðni.

Heilt einfalt er talan um stórar tíðarsparingar. Handfaringin av pappíri er munandi minkað, og tað er munandi lættari at halda skil á rokningunum, sigur Brynleif Poulsen, leiðari á roknskapardeildini hjá Føroya Gjaldstovu.

Skjótari avgreiðsla

Ein elektronisk verkgongdarskipan (Invoice Workflow) er kjarnin í talgildu broytingunum hjá tí almenna. Stovnar og ráð fáa hundraðtals rokningar hvønn einasta dag, men í mun til fyrr er ongantíð ivi um, hvar rokningarnar eru. Bókhaldarar á ymsu almennu stovnunum vita altíð, hvør brúkari í roknskaparskipanini situr við rokningini:

Um okkurt ivamál er um eina rokning, so er lætt at finna útav, hvar ið rokningin er, bert við at fara inn á Búskaparskipan Landsins. Hetta er ein sera stórur fyrimunur, um ein rokning skal verða konterað, góðkend og frígivin til gjaldingar av fleiri persónum, sum kanska hava stóra geografiska frástøðu – alt fer fram í talgilda heiminum, og tí er tað munandi skjótari enn áður at avgreiða gjaldingar, sigur Brynleif Poulsen.

Á Føroya Gjaldstovu hava tey staðfest, at tíðarsparingarnar hava gjørt, at rokningar til tað almenna verða goldnar skjótari, um tær eru talgildar:

Mett verður, at tað plagdi at taka almennum stovnum útivið 70 dagar í meðal at greiða eina rokning til gjaldingar. Sambært kanning, sum Inntriv hevur almannakunngjørt, tekur tað í dag í miðal 40 dagar hjá almennum stovnum at greiða rokningar til gjaldingar – men vit hava sum mál, at avgreiðslan skal niður á 20 dagar, sigur Brynleif Poulsen.

mínrokning knýtir roknskaparskipanir saman

Mínroning er ein týðandi faktorur í støðugt at talgilda handfaringina av rokningum frá kreditorum, tí mínrokning er bindiliðið millum roknskaparskipanina hjá kreditorinum og almenna stovnin, sum brúkar Búskaparskipan Landsins.

Talgildu rokningarnar innihalda upplýsingar um, hvør ið skal hava rokningina, og Minrokning veit, um ein brúkari í Búskaparskipan landsins skal hava rokningina. Tí koma rokningarnar altíð til rætta móttakara at málsviðgera.

Í vøkstri

Fyrstu royndirnar við talgildum rokningum umvegis Rokningadepilin vórðu gjørdar í 2006, tá ið Føroya Gjaldstova byrjaði at móttaka rokningar frá fyritøkum í Danmark. Tær fyrstu privatu føroysku fyritøkurnar fóru at senda talgilt í 2008, og síðani er mongdin vaksin støðugt:

Enn er tó langt eftir á mál. Búskaparskipan Landsins handfór farna árið okkurt um 130.000 rokningar, harav 20.000 vóru talgildar. Eftir einum ári er talið av talgildum rokningum tvífaldað.

Eg eri sannførdur um, at innan stutta tíð fer bróðurparturin av rokningunum umvegis mínrokning. Fyrimunirnir fyri bæði sendara og móttakara eru sjálvsagdir, sigur Brynleif Poulsen at enda

Talgilding er framtíðin í Føroyum

Onnur tíðindi


Rinda rokning við gjaldskorti

Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.

Vit vilja vera bíligast

Tann 1. Juni 2015 var ein stór príslækking á GS- og LS-gjøldum, sum svarar til 30 % príslækking, til okkara kundar.

Hvat sigur kundin um mínrokning.

Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.