Við nýggju byrjunarmyndini fær tú eitt samlað yvirlit yvir nýggjastu rørslurnar, soleiðis at tú skjótari og lættari kemur í gongd.
mínrokning tosar saman við øðrum forritum, m.a. Navision og e-conomic, so hon gerst partur av eini størri samlaðari skipan.
Sendir títt virki rokningar við mínrokning, so er møguligt at spara alla portoina, og ístaðin sleppa við einum lægri gjaldi.
mínrokning lættir um fakturering hjá bæði stórum og smáum virkjum
Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.
Tann 1. Juni 2015 var ein stór príslækking á GS- og LS-gjøldum, sum svarar til 30 % príslækking, til okkara kundar.
Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.
Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður.
Fólk eru ymisk og tørvurin er í dag eisini ymiskur. Hetta vita vit væl og tí hava vit gjørt nógv burturúr at tillaga mínrokning til allar eindir.
Tú kanst avgreiða tínar rokningar tá tú situr frammanfyri telduni, ella á telefonini um tú til dømis er farin ein túr uttanlands.
Nú nýtist tú ikki at ivast um tú hevur minst til at gjalda, ella um kundin hevur fingið rokningina. Tú kanst fylgja við, líkamikið hvar tú ert.
Ynskir tú at móttaka allar rokningarnar í telduposti, so kunnu vit eisini tað. Tú skrásetir tær teldupostadressur, ið rokningarnar skulu sendast til.
Haðani kanst tú síggja rokningina, markera hana sum avgreidda, stovna gjaldsavtalu og mangt annað.
mínrokning kann eisini á ein sera lættan og tryggan hátt innkrevja limagjøld, haldaragjøld og onnur føst afturvendandi gjøld.
Loysnin er vælegnað til m.a.:
Við mínrokning sleppur tú undan skeivt skrásettum rokningum