Mínrokning til privatpersónin

Um tú hevur NemID ella Mínlykil, innritar tú bara umvegis leinki í ovara høgra horni og fær yvirlit yvir tínar rokningar.

Tíðindi


Samanteljing pr kreditor

Hagtalsyvirlitið gevur tær eina samlaða mynd av hvussu tín støða er yvirfyri teimum ymsu kreditorunum.

Rinda rokning við gjaldskorti

Er sjálvvirkandi gjaldsavtala ikki skrásett, so kann rokningin gjaldast við gjaldskorti.

Hvat sigur kundin um mínrokning.

Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.

Yvirlit yvir allar tínar rokningar síðani 01.06.2015.

Tillagað allar eindir


Fólk eru ymisk og tørvurin er í dag eisini ymiskur. Hetta vita vit væl og tí hava vit gjørt nógv burturúr at tillaga mínrokning til allar eindir.

Tú kanst avgreiða tínar rokningar tá tú situr frammanfyri telduni, ella á telefonini um tú til dømis er farin ein túr uttanlands.

Nú nýtist tú ikki at ivast um tú hevur minst til at gjalda, ella um kundin hevur fingið rokningina. Tú kanst fylgja við, líkamikið hvar tú ert.

Byrjunarmyndin gevur eitt sera gott yvirlit, tú sær:

  • tær nýggjastu rokningarnar
  • tær síðst stovnaðu sjálvvirkandi avtalurnar
  • samanteljingar fyri ymsu kreditorarnar(virkini), herav hvussu nógv enn ikki er skrásett sum goldið

Sjálvvirkandi innkrevjing av lima- og haldaragjøldum


mínrokning kann eisini á ein sera lættan og tryggan hátt innkrevja limagjøld, haldaragjøld og onnur føst afturvendandi gjøld.

Loysnin er vælegnað til m.a.:

  • Ítrottarfeløg
  • Politisk feløg
  • Haldaragjøld
  • Barnagarðsgjøld

Tú fær yvirlit yvir allar tínar sjálvvirkandi avtalur, og harafturat kanst tú eisini stovna nýggjar sjálvvirkandi avtalur

Nakrir av okkara mongu kundum


Akstovan
Atlantic Airways
BankNordik
Berg Motors
Betri Banki
Betri Trygging
effo
formula
Føroya Tele
Gjaldstovan
Hotel Føroyar
IRF
Javni
Norðoya Sparikassi
Poul Hansen
Poul Michelsen
SEV
Sosialurin
Suðuroyar Sparikassi
Svend Krosstein
TAKS
Televarpið
Tórshavnar Kommuna
Trygd
Vága Kommuna